SF: Summar Festivalurin 2024 er liðugur. Ársins festivalur var millum teir bestu. Veðrið var gott, leygarkvøldið var av tí fagrasta, framførslurnar vóru frálíkar, og nógv fólk vóru á festivali og hugnaðu sær.
Útlendsku høvuðsnøvnini Olly Murs, Uriah Heep, Faustix og Paul Watchorn høvdu góðar framførslur, og føroysku tónleikararnir og bólkarnir spældu aftur í ár týðandi leiklut á festivalinum við fjølbroyttum og frálíkum konsertum. Umframt tað var eisini stór undirtøka fyri Silvalandi og tjaldbygdini.
Fyriskipararnir eru sera fegnir um undirtøkuna, sum festivalurin aftur í ár fekk, og í næstum verður farið undir fyrireikingarnar til nýggjan festival næsta ár.
Summar Festivalurin í 2025 verður dagarnar frá 7. til 9. august.
Takk fyri hesa ferð – vit síggjast næsta ár!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo