Granskingarráðið: Á Vísindavøkuni fríggjadagin 6. november verður kapping í at halda snarrøður um gransking. Talan er um framløgu, sum í mesta lagi kann vera 150 sekund og sum skal vera um ein ávísan postara ella vísindaliga plakat.
Fýra fólk fara eftir tørni at hava hvør sína stutta røðu, har tey leggja fram úrslit frá gransking og grundgeva fyri, hví hendan granskingin er umráðandi.
Hetta tiltakið er partur av Miðlafagnaðinum, sum verður í Kongshøll frá kl. 15.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo