Tað er eingin ivi um, at 'Stranger Things' er ein vælumtókt røð. Beint nú er ein øgilig stroyming allastaðni í heiminum, skrivar DR.
Og seinasti partur av fjórðu sesong, sum hevði premieru 1. juli, hevur viðvirkað til at røðin bæði hevur skrivað stroymingar- og Netflix-søgu.
Heilt neyvt hava fólk tilsamans sæð 1.15 milliardir tímar av røðini, sum leggur hana beint aftanfyri røðina 'Squid Game', sum kann erpa sær av 1.6 milliardum sæddum tímum, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo