Sólin skínur oman og niðan í Klaksvík í dag, og nú er hol sett á tann longsta av teimum trimum festivaldøgunum. Framførslurnar eru byrjaðar og halda fram til kl 04.00 í nátt.
Høvuðsnavn í kvøld er Roger Hodgson úr Supertramp, sum eisini vitjaði festivalin fyri 12 árum síðani. Hesaferð hevur hann bólk við sær og fer at spæla stóru hittini hjá Supertramp – eitt nú Breakfast In America, Logical Song og Give A Little Bit.
Fyrsta konsertin á Vágsbø í dag er gospelkonsert við fýra kendum føroyskum gospelsangarum – Fríðbjørg Jensen, Ólavur á Váli Olsen, Vanja Carlsen og Heine Lützen. Konsertin verður kl. 16.00.
Í kvøld verða eisini konsertir við eitt nú Aria, Hamradun, Tinganest, Kim Hansen, Guðmundur R, Ingibjørg Hansen og Páll Finnur Páll.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo