Hagstovan: Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har tað er ein størri minking í Sandoyar sýslu og minni minking í Suðuroyar sýslu enn við uppgerðirnar fyrr í ár.
Bæði í tali og í prosent er størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 394, svarandi til 2,1%. Í tali kemur síðani Eysturoyar sýsla við 108 fólkum, men lutfalsliga er vøksturin størri í Vága sýslu við 2,0%, og minsti vøksturin er í Norðoya sýslu við 0,6%.
Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar kommunu við 436 fólkum og síðan er langt niður til hinar, til báðar kommunurnar í Vágum við tilsamans 63 fólkum, Runavíkar kommunu við 44 fólkum og Nes kommunu við 32 fólkum. Í Klaksvíkar kommunu er vøksturin bert 11 fólk, við einum burðaravlopi á 8 og nettotilflyting á 3 fólk.
Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 15 fólkum og Sands kommunu við 13 fólkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo