Svar upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-103/2022 frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, um føroyska rossið
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Ynskir landsstýrismaðurin at varðveita føroyska rossið?
2. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa lógarverkið soleiðis, at til ber at útflyta føroyska rossaslagið, soleiðis at lættari er at varðveita slagið?
Svarað verður undir einum:
Málið um at varðveita tað føroyska rossið hevur fyrr verið umrøtt á tingi; víst verður til svar upp á § 52a-fyrispurningar nr. 52-068/2020 og 52-069/2021 frá ávikavist Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinnu, og Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, har neyvari verður greitt frá trupulleikum og avbjóðingum, tá ið um føroyska rossið ræður. Somuleiðis verður greitt frá átøkum, ið eru ella verða sett í verk til tess at varðveita føroyska rossið.
Í stuttum kann kortini sigast, at støðan hjá føroyska rossinum er sera trupul, og at høvuðstrupulleikin er, at tað eru ov fá fólk í Føroyum, sum vilja hava føroysk ross. Føroysk ross minka støðugt í tali, og í løtuni eru færri enn 100 ross. Sambært FAO skal talið av aliryssum upp um 1000, skal stovnurin ikki vera hóttur.
Tað er tískil greitt, at skal føroyska rossaslagnum vera lív lagað, skulu fleiri átøk setast í verk.
Eitt átak er at bera so í bandi, at føroysk ross kunnu útflytast. Heilsufrøðiliga starvsstovan er farin undir at fyrireika neyðugu lógarbroytingarnar, men talan er um rúgvusmikið arbeiði, ið væntandi fer at taka drúgva tíð. Tað ber tí ikki til at siga meira neyvt, nær tað fer at bera til at útflyta føroysk ross.
Føroya løgting hevur tikið undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi (The Convention on Biological Diversity), og við hesum eru Føroyar bundnar at tryggja lívfrøðiligt margfeldi. At varðveita tað føroyska rossið er tískil eitt mál, sum viðvíkur okkum øllum, og sum vit mugu fremja í felag.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo