Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Franska Céline Sciamma (f.1980) er aftur á løriftinum við einum filmiskum meistaraverki. Fyrr hava vit sæð hana í Filmsfelagnum við fleirfalt virðislønta ”Portrait of a Lady on Fire”.

Nýggi filmurin, “Petite Maman”, sum fær framúr ummæli úti í heimi, er ein vøkur og gandakend søga um hugflogið og ta styrki, sum býr í minninum millum ættarlið. Hetta er hjartagrípandi søgan um móðir og dóttir, ið neyvan áður er søgd so hárfín, og við so góðum innliti og so sterkari nærveru á filmi, tá ræður um at missa og at fáa í lívsins viðurskiftum.

Átta ára gamla Nelly, ið hevur mist ommuna, sum stóð henni nær, hjálpir foreldrunum at rudda í barnaheiminum hjá mammuni, Marion. Nelly fer at leita, ikki bara í húsunum, men eisini í skógini, har mamman spældi, tá hon var lítil genta, so sum Nelly hevur hoyrt í søgum frá mammuni.

So fer Marion einsamøll aftur til staðin, og sama dag møtir Nelly eini javnaldrandi gentu í skógini. Gentan byggir eina smáttu, gentan eitir Marion, og hon spyr Nelly, um hon vil vera við og hjálpa at byggja. 

Lise Stensgaard sigur í fimmstjørnaðum ummæli í danska Soundvenue:_

”Petite Maman” er en tankevækkende og bevægende fortælling med en filosoferende tilgang til tiden. Med en magisk nostalgi bliver filmens portræt af mor-datter-relationen kraftfuld og rørende. Det er en stille film om et stort drama – relationen mellem barn og voksen – som på finurlig vis minder os om, at der bor et barn i alle voksne.

Filmsfelagið 26/1 kl 20:00 Petite Maman (Céline Sciamma, Frakland 2021 72 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo