Føroyar Bridgesamband: Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini verða leiktar í Norðurlandahúsinum komandi leygardag 13. mars 2021.
Byrjað verður kl. 10.00.
Í aðrari hálvfinaluni møtast liðini hjá Mortan Sólheim og Henriette Svenstrup, meðan liðini hjá Robert Langgaard og Boga Simonsen hittast í hinari hálvfinaluni.
Í hálvfinalunum og í finaluni verða spæld 28 spøl.
Skráin er hendan:
Kl. 10.00 – 11.40 Hálvfinalur, 1 hálvleikur
Kl. 11.40 – 12.00 Matarsteðgur
Kl. 12.00 – 13.40 Hálvfinalur, 2. hálvleikur
Kl. 13.45 – 15.25 Finala, 1. hálvleikur
Kl. 15.30 – 17.10 Finala, 2. hálvleikur
Spælt verður í hølinum “Norðurstova”
Fólk eru sjálvsagt hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið at fylgja við hvussu leikur fer í hálvfinalunum og finaluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo