Spildurnýtt søguligt video frá føroysku Steso, sum Niels Uni Dam skýrdi: “Ein tann mest spennandi bólkurin í Føroyum”, í ummælara sendingini “Kvørnin” hjá KVF.
Vit eru stødd í myrkara endanum bæði viðvíkjandi tónleiki, teksti og myndum. Sjálvt lagið er stórsligið, myrkt og dragandi. Huglagið og ljóðið er í ætt við tað eyðkenda bretska trip hop ljóðið, sum vit m.a. kenna frá Massive Attack, UNKLE og Portishead.
Teksturin byggir á hugleiðingar um teknologi, og hvussu tøkni ávirkar okkum. Myndirnar byggja á eina røð av søguligum hendingum sum t.d. kríggj, vápna- og hópframleiðslu, sum hava verið við at mynda heimin, sum vit kenna hann.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo