Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag hava ungir gávuríkir klassiskir tónleikarar í aldrinum 14 til 18 ár kappast í Hátúni, nú tónleikakappingin Stella Polaris aftur er á skrá. Í alt vóru 27 luttakarar á palli í dag. 

Tórshavnar kommuna stuðlar Stellu Polaris fíggjarliga, og formaðurin í Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs, Annfinn Brekkstein, handaði virðisløn, tá ið vinnararnir vórðu funnir í kvøld.

Virðislønir í aldursbólkinum 14 til 18 ár:

  1. virðisløn - Ingva Sigurðsdóttir Lamhauge
  2. virðisløn - Sanna Bæk Hoydal
  3. virðisløn - Ari Hammer Joensen

Allir luttakarar fingu eisini eitt luttøkubræv, sum váttar, at teir hava tikið lut í kappingini Stellu Polaris 2021.

Kappingin er býtt upp í tríggjar aldursbólkar. Yngsti bólkurin er børn upp í 13 ár. Síðani er aldursbólkurin 14 til 18 ár og at enda ung í aldrinum 19 til 24 ár. Tey í elsta aldursbólkinum fara á pall í morgin.

Í dómsnevndini í ár eru Heiðrun Petersen, Eyðun á Lakjuni, Jógvan Zachariassen, Hans Petur í Brekkunum og Páll Sólstein, ið samstundis er formaður í nevndini.

Stella Polaris er tónleikakapping fyri ungar klassiskar tónleikarar. Kappingin varð á fyrsta sinni hildin í 2014. Kappingin gevur rásarúm fyri menning hjá evnaríkum ungum tónleikarum, ið spæla klassiskan tónleik. Ein Stella Polaris er síðani eisini komin til rútmiskan tónleik. Kappingarnar skulu geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, vísa evnaríkum ungdómum størri ans, vera fyrimynd fyri onnur ung, staðfesta skapanargleði, menning og dygd og stimbra áhugan fyri tónleiki.

Í alt eru 66 børn og ung úr øllum landinum við í klassisku kappingini í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo