Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í dag var ein hugnaløta fyri Steinvør og Guðrið, sum báðar hava starvast í vøggustovuni Stella Maris í 25 ár.

Hevur tú sagt Stella Maris, so mást tú eisini siga nunnurnar. Tær hava í ár verið í Føroyum í 90 ár, og tað vóru eisini tær, sum settu hesa vøggustovuna Stellu Maris á stovn aftur í 1958 - tann fyrsta í landinum.

Steinvør og Guðrið hava sostatt arbeitt í vøggustovuni ein stóran part av tí tíðini, sum Føroya fyrsta vøggustova hevur verið til.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, flutti fram eina heilsan.

- Franciskanarasystrarnar hava verið Havnini góðar. Og tað er eitt stórt tal av havnarborgarum, sum eru farnir ígjøgnum vøggustovuna og síðani beint yvir í Sankta Jósef barnagarðin at ganga.

- Í byrjanini var ein nunna um børnini, men skjótt sást, at tørvurin á vøggustovuplássum var so mikið stórur, at fleiri fólk vórðu sett.

- Tá virksemið byrjaði í 1958, helt vøggustovan til í tveimum hølum í Sankta Frans skúla. Hetta vóru sjálvandi aðrar tíðir og onnur kor. Skjótt broyttist virksemið, serliga tá stovnurin í 1965 flutti inn í hesi sethúsini við Varðagøtu. Ikki minst umstøðurnar uttanfyri við stóra garðinum var ein ordans fongur fyri børnini, sum hava spælt í garðinum líka síðani.

- Fyrsti leiðarin á stovninum var systa Maria Theynis. Systa Theynis var útbúgvin námsfrøðingur, men flytur í 1977 av landinum vegna sjúku. Aftuarat sær hevði hon tvær aðrar nunnur, systa Victoria úr Spania og systa Harriet úr Hollandi. Summar tykkara minnast væl aftur á nunnurnar, sum vóru um børnini tá, men serliga systu Harriet, tí hon var so festlig at vera saman við, og tí hon ofta fann uppá skemtiligar søgur at siga frá.

- Her við Varðagøtu hava børnini altíð verið væl ansað og hava havt tað gott. Í nøkrum førum er tað triðja ættarlið, sum í dag gongur á stovninum, og hetta í sjálvum sær boðar sanniliga frá trivnaði!

- Vøggustovan Stella Maris er kend fyri at hava góð, støðug og arbeiðssom starvsfólk. Og tit eru eisini kend fyri ta góðu umsorgan, sum tit hava víst børnunum øll hesi árini.

- Trúføst starvsfólk skapa trivnað og tryggleika í gerandisdegnum – bæði fyri børnini, foreldur og fyri starvsfólkini.

- Og tað er júst hetta trúfestið í starvinum, sum ger, at vit hava hesa hugnaløtuna í dag.

Steinvør Joensen
- Tú hevur arbeitt í vøggustovuni í 25 ár. Øll hesi árini hevur tú verið ein hjálpsamur starvsfelagi, tá ið onnur hava havt okkurt uppá hjartað.

- Børnini eru góð við teg, og tú ert sanniliga eisini góð við tey. Tú dugir væl við teimum. Fer okkurt barn at gráta, so ert tú um tað, uggar, og eftir einari lítlari løtu, so kennir barnið seg trygt - eitt nú um morgunin, tá ið foreldrini koma við teimum.

- Tú ert væl lýdd, og øll hesi árini í Smærustovu gera, at nógvir starvsfelagar eisini fara til tín at fáa góð ráð og spyrja. Tað gera tey eisini, tí at tey vita, at tú fegin deilir tína vitan við onnur.

- Smærustova er ein serstøk stova. Her hava ikki færri enn fýra konur verið í 19 ár. Tit hava altíð havt eitt gott samstarv og eru væl lýddar millum børn, starvsfelagarnar og foreldrini.

Guðrið Vilhelmsen
- Tú gavst í fjør eftir 25 ár í Stellu Maris. Og sjálvandi skalt tú eisini hava eina tøkk og eina heilsan fyri títt megnar arbeiði í Summardáini og áðrenn tað í stovuni Sólareyganum. 

- Tú er rólig og blíð við børn og foreldur. Tú hevur eisini dugað sera væl við børnunum, og børnini hava verið góð við teg. 

- Títt arbeiði er altíð gjørt til lítar, og teg hevur man altíð kunna stóla uppá. Tey síðstu árini hevur tú verið í Summardáanum, og har hevur tú eisini trivist væl.

- Tú ert komin til arbeiðis við einum smíli, og tú hevur øll árini verið arbeiðssom og ein góður starvsfelagi.

—- —- —-

- Eitt, sum eyðkennir tykkum allar her í Stellu Maris, er, at tit samstarva væl við hinar stovurnar, tá ið tørvur er á tí. Og tað er nemliga gott á einum arbeiðsplássi, at man er til reiðar at geva eina hjálpandi hond á øðrum stað.

- Hetta er ein stórur dagur hjá tykkum báðum. Latið okkum njóta hesa løtuna saman við góðum starvsfeløgum.

- Eg fari at takka tykkum báðum fyri drúgva tænastu og gott samstarv og fari at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byr, segði Heðin Mortensen, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo