Mangulin upp á arbeiðsmegi er sera lættur at loysa.
Loysnin er sjófólk.
Grundin til, at fólk tíma at vera til skips, er, at lønin er høg. Um man er til skips helvtina av árinum, so fortjener man so nógv, at vissi man fer til arbeiðis í frítíðini, so fær man nógv meir enn helvtina í skatt.
Eingin tímir at fáa brandskatt av vanligari løn. Tí skuldi sjómenn, sum arbeiða millum túrar, verið skattaðir við 40 % av tí, sum teir forvinna heima.
Tað hevði gjørt, at 2000 sjómenn høvdu arbeitt 3 mðr. heima um árið, svarandi til 500 ársverk.
Men tað er sjálvandi ringt bara soleiðis at geva einum bólki nakrar fyrimunir, men ein loysn kundi verið at pilka við sjómannafrádráttin.
Sjómaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo