Gott hevði verið, um kommunurnar, landið og Pedagogfelagið sóu veruleikan og gjørdu nakað við hann:
2/3 av arbeiðsmeginini eru hjálparfólk, sum ikki føla seg trygg í sínum starvi, tí sum hjálparfólk skal ein søkja sítt egna starv aftur og aftur.
Hjálparfólkafelagið er vitandi um eina kvinnu, sum segði upp, tá hon 14. ferð, varð noydd at søkja starvði hon hevði røkt, tá var altso ovboðið! Hetta er óvirðiligt.
Vit hjálparfólk eru IKKI trygg í okkara størvum, og tí er útskiftingin so stór!
Hetta er ikki nakað, sum vit hjálparfólk skulu siga hart, tí hetta vil Pedagogfelagið ikki hoyra talan um.
§ 2. Endamál og virki felagsins sigur millum annað: "Verandi pedagogstørv, har hjálparfólk eru sett, skulu lýsast leys hálva hvørt ár."
Men tað ber ikki til at tosa um dagstovnaøkið, uttan at tosa um stóra mismunin, sum eisini er gjørdur við lóg!
Dagstovnalógin má broytast, so leingi vit hjálparfólk eru 2/3! Hetta er eitt alvorligt vanbýtið uppá allar mátar.
Okkara ráð frá Hjálparfólkafelagnum er:
Lat hjálparfólkini fáa førleikamenning. Lat øll tey hjálparfólk, sum hava verið í starvi í meira enn eitt ávíst áramát, fáa eina eykaútbúgving við løn.
Vit nýtast altso ikki øll, sum ansa børnum, ungdómi(fólk) ella tilkomnum, at hava námsfrøðiútbúgving.
Tað kann saktans vera ein partur námsfrøðingar, og ein partur hjálparfólk og so hjálparfólk við førleikamenning av ymiskum slag. Økið er so sera ymiskt, ja, sum nátt og dagur.
Vit halda, at tíðin er komin til at fara burtur frá, at "fólk við pedagogútbúgving verða sett í øll størv, hvørs uppgáva er at menna børn og ungfólk, eins og tilkomin, sum hava tørv fyri pedagogiskari menning."
Hetta er eitt mál, sum ongantíð kann uppfyllast, í hvussu so er ikki í okkara tíð, og tí eigur dagstovnalógin og endamálið hjá Pedagogfelagnum at verða umorðað.
Lønina nevna vit ikki her, tí tað er sjálvsagt, at vit hjálparfólk ynskja at minka alvorliga um handan munin á 9.178,12 kr. frá hjálparfólkum á hægsta stig til námsfrøðingar á hægsta stigi, ofta fyri sama arbeiði.
Vit bjóða kommunum og landinum at koma í samráðingar við Hjálparfólkafelagið um hjálparfólk, so skulu vit saman nokk finna eina loysn fyri økið.
Lat okkum standa saman um økið!
Hjálparfólkafelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo