Klokkan 17 verður standmyndin av Ólavi á Heygum avdúkað. Hon stendur Inni á Fjørð í Vestmanna, nærhendis Fossáverkinum.
Ólavur á Heygum var framsíggin vinnulívsmauður, hann legði lunnar undir tríggjar fyritøkur, sum í dag mugu sigast at vera av stórum týdningi fyri lívið í Føroyum, nevniliga SEV, Føroya Tele og BankNordik.
Ólavur á Heygum livdi árini frá 1866 til 1923.
Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo