Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Jacob Vestergaard, løgtingsmaður  
Svarari:  Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni:  Ólógliga kravda heilsutrygdargjaldið til útisiglarar

Spurningar:   
1. Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá útisiglarum?

2. Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinanvegin?

3. Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan ávikavist kærunevndin tók avgerð, Føroya Rættur segði dóm, Landsrætturin segði dóm, og tað var greitt, at tað ikki slapst í Hægsta Rætt?

4. Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?

5. Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu søkja um at fáa gjaldið aftur?

Viðmerkingar:
Heilsutrygdargjaldið til útisiglarar er kravt inn av órøttum. Tað er staðfest í rættarskipanini. Tó verður tað framvegis hildið fram at krevja inn “ikki goldið” heilsutrygdargjald umvegis Gældsstyrelsen í Danmark. 

Hetta hevur við sær, at fleiri borgarar skulu møta í rættinum – hóast hetta gjaldið er kravt inn av órøttum. Fleiri teirra umhugsa tí at krevja endurgjald fyri mista arbeiðstíð v.m.

Um vanligt var, rindaði myndugleikin borgaranum endurgjaldið/skuldina, tá rættarskipanin hevði talað. Tað er framvegis ikki gjørt, og tískil fær landskassin eyka rentuútreiðslur hvønn dag.

Tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag.

Kæruskipanin er góð, og er hon til at hjálpa borgarum og avlasta rættarskipanina. Men um almennir myndugleikar ikki virða avgerðir, sum kærunevndirnar taka, máar tað grundarlagið undan skipanini.

Tað frættist, at ætlanin er, at borgararnir sjálvir skulu krevja ólógliga innkravda gjaldið aftur. Tá myndugleikin krevur borgarar í rættin – eftir ólógliga inngjaldinum – hevur myndugleikin yvirlit yvir, hvat hann skyldar borgarunum. Tískil skuldi tað verið einfalt at rinda heilsutrygdargjaldið aftur. 

Á Løgtingi, 29. august 2024
Jacob Vestergaard   
        

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo