Frá Barnabata: Aftur í ár er Jólakonsertin hjá Barnabata á skránni, og enn einaferð er skráin sera áhugaverd.
Tað er vælkendi kórleiðarin Sigrið Sivertsen, sum samskipar konsertina saman við okkara fólkakæra Tóri Mikkelsen.
Allir tónleikarar, ið framføra á konsertini stuðla átakinum, og allur peningurin fer óskerdur til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.
Undir konsertini, sum verður í Vesturkirkjuni, er møguligt at stuðla við eini peningagávu, og tað er eisini møguligt at stuðla átakinum við gjaldkorti á heimasíðuni hjá Barnabata.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo