Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Jógvan Telling Joensen fylti 75 ár í juli mánaði, og samstundis varð boðað frá, at heiðurskonsert við sangum hjá Jógvani Telling fór at vera á Summar Festivalinum.

Í kvøld klokkan 20:00 verður hendan konsert í Tjaldinum.

Talan verður um frásøgukonsert, har útvarpsmaðurin Gunnar Nolsøe fer at greiða frá um onkrar av sangunum, og bólkur við solistum fara at framføra teir. Eitt nú fara Signar í Homrum og Elin Brimheim Heinesen at syngja.

Jógvan Telling hevur skrivað, sungið og spælt nógvar kendar sangir. Hann hevur framført sum solistur, saman við Harkaliðnum og øðrum. Sangir, sum hava tilknýti til Jógvan Telling, eru til dømis »Sektus og Sekterius«, »Gamla Dimma«, »Meg minnist eina mynd«, »Tá babba kemur heim«, »Skúmbananir«, »Skiparin lítli«, »Mær dámar bjór og brennivín«, »Katrin býr á strondini«, og »Eg skuldi verið kovboy«. Ein ordans bukett av hittum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo