Summarfestivalurin: Son of Fortune verður við á Summar Festivalinum í august.
Benjamin Petersen, ið kallar seg Son of Fortune, er útlagin rocktónleikari, ið spælir støvutan rock og inniligar balladur.
Seinasta útgávan hjá honum, Woodoo Pop, varð upptikin í Nashville í Tennessee av monnum, ið hava arbeitt við Chris Stapleton og Jack White. Sangurin "Sunday in Music City" av hesi útgávu var í úvarpssendingini Jambalaja kosin ársins sangur í 2021.
Son of Fortune er ávegis við nýggjum tónleiki, sum verður framførdur á Summar Festivalinum í august. Eisini spælir Son of Fortune onkran eldri sang av útgávuni Ave, ið Benjamin Petersen og Petur Pólsson gjørdu í 2014.
Við sær á Summar Festivalin hevur Benjamin Petersen sjálvandi sín barndómsvin, Jan Rúna Poulsen, ið spælir trummur, og eisini spæla Kim Hansen og Jóhannus á Rógvu Joensen við bólkinum.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo