FSF: Tað var fyrrverandi málslúkurin hjá KÍ og á landsliðnum, Rógvi Jacobsen, ið eisini hevur roynt seg í HB, umframt í norskum og íslendskum fótbólti, ið hesaferð fekk heiðurin at kasta lut, tá finnast skuldi fram til, hvussu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast.
Liðini, ið eru eftir í steypakappingini, eru Víkingur, TB, B36 og HB, og lutakastið háttaði seg soleiðis, at í fyrru hálvfinalunum, ið verða spældar mikudagin 29. mai, fekk TB heimavøll móti B36, meðan HB fekk heimavøll móti Víkingi.
Seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 19. juni, og tá hittast B36 og TB í Havn, meðan Víkingur tekur ímóti HB í Sarpugerði.
Dystirnir í hálvfinalunum hava samstundis við sær, at broytingar eru neyðugar í landskappingini í Betrideildini og í 1. deild hjá monnum. Í Betrideildini er talan um dystir í 11., 12., 13. og 14. umfari, og í 1. deild er talan um dystirnir hjá TB í 12. og 14. umfari.
Broytingarnar síggjast í leikskráunum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo