Tiltakið verður tó uttan áhoyrarar.
Allan seinnapartin koma tónleikarar í Norðurlandahúsið at framføra tað, tey skuldu spæla í kvøld. Hetta verður tikið upp og síðani víst í sendingini.
- Vit eru ómetaliga takksom fyri, at tónleikararnir taka so væl ímóti loysnini, sum vit nú royna. Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, men tá tað ikki fær verið øðrvísi, so eru vit fegin um, at tey, sum hava við tiltakið at gera, eru so lagalig, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.
Sjálv sendingin verður beinleiðis í Norðurlandahúsinum, har vinnararnir verða kunngjørdir, og prát verður við ymiskar tónleikarar, umframt at framførslurnar fyrr í dag, eisini verða vístar.
Hetta verður í sjónvarpinum klokkan 19.30 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo