Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Hvussu torført er tað at skriva ein heilt nýggjan sang? Og hvørjir eru møguleikarnir fyri at tú skrivar ein sang sum longu er skrivaður?

Talið av sangum sum eru skaptir í heiminum, er ringt at vita við vissu. Tað sita fólk í heimsins krókum og skriva løg. Men tað eru bert nøkur fá av teimum sum vit hoyra og sum enda á stóru hitlistunum.

Og tað er bara eitt ávíst tal av tónum sum vit kunnu brúka í einum lagi. Og eitt ávír møguleikar at seta hesar saman í eina heild, ávíst tal av kombinasjónum.

So tað er ikki so løgi at sangir fara at líkjast og at sangskrivarar verða ákærdir fyri at plagiera. Tað var júst tað sum hendi tá ið Pharrell Williams og Robin Thicke vóru saksøktir av familjuni hjá Marvin Gaye. tey meintu at tónleikararnir høvdu kopierað gamla Gaye-lagið á megasingelini «Blurred Lines». Og dómstólurin var samdur og tónleikararnir skuldu gjalda 7,4 milliónir dollarar til Gaye-familjuna.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo