Brúkarar á heimasíðuni hjá bretska kongshúsinum vórðu eitt tíðarskeið sendir víðari til eina kinesiska síðu við ónæriligum myndum.
Tað hevur miðilin The Sun avdúkað.
Orsøkin var eitt leinki sum var blivið ov gamalt og sum eigararnir av áðurnevndu kinesisku síðu sóu ávísar møguleikar í. Í staðin fyri at senda tey vitjandi víðari til vælgerandi felagsskapin Dolen Cymru, endaðu tey eitt heilt annað stað.
Kongshúsið hevur harmast mistakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo