Republikanski politikarin Marjorie Taylor Greene hevur í samrøðu skuldsett bretskan journalist fyri at vera orsøkin til morðroyndina móti Donald Trump.
Jo Crawford er navnið á journalistinum, sum fyri miðilin The Times gjørdi samrøðuna við Marjorie Taylor Greene.
Her er nakað av tí, sum varð sagt sambært danska TV 2:
- Latið okkum tosa um orðini, sum demokratarnir brúka... At demonisera hann (Trump, red) so nógv, at ein ungur maður, ein 20 ára gamal, sum er ringt at ímynda sær, í roynd og veru fór upp á eitt tak og royndi at myrða Trump forseta, segði Greene og peikaði á journalistin og helt fram:
- Lat okkum tosa um fólk sum teg, sum hava demoniserað fólk sum meg og Trump forseta. Tú veitst, eg havi nakrar av teimum flestu deyðshóttanum orsakað av fólki sum tær... Tú ert trupulleikin.
- Tú ert láturlig. Og tit eru trupulleikin í okkara landi. Tú lýgur um fólk sum meg. Hetta er fyrstu ferð, tú hevur tosað við meg. Vit mugu tola eina óhugsandi mongd av lorti orsakað av smáum lygnarum sum tær (...) Tú mást ikki seta fleiri spurningar. Eg eri liðug við tykkum, tí tit eru orsøkin til, at okkara land er býtt. Tú ert orsøkin til, at Trump forseti næstan er myrdur. Tú ert orsøkin til at alt er galið í Amerika, sigur Marjorie Taylor Greene.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo