Fyri fimm árum síðani, í september 2010, hevði svenski parterapeuturin, rithøvundurin og sjónleikarinnan Laila Dahl verið til upptøku. Maður hennara, Jan, kom eftir henni, men tá ið hon setti seg frammanfyri í bilinum, skilti hon, at okkurt var á vási.
- Laila, tað er nakað eg má siga tær, segði hann.
Fer hann at doyggja, ella er okkurt áfatt við børnunum, hugsaði Laila, men so vísti hann henni eina mynd.
- Hetta er sonur mín, hann er 12 dagar gamal, segði hann.
Jan hevði livað eitt dupultlív, og fingið eitt barn við eini aðrari kvinnu.
Á Bókafestivalinum í Gøteborg fortelur Laila fyri NRK at hon í tíðini eftir sjokkið leitaði eftir litteraturi sum kundi hjálpa henni at skilja, hvussu hon kundi koma ígjøgnum hesa kreppuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo