Seinastu 20 árini eru skriðjøklarnir í Grønlandi bráðnaðir fimm ferðir so nógv, verður sammett við 1980'ini.
Tað er niðurstøðan hjá granskarum frá Københavns Universitet í nýggjari frágreiðing, sum er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Nature Climate Change.
Í dag bráðna skriðjøklarnir 25 metrar um árið, vísir kanningin, meðan fyri áhundraðskiftið var talan um umleið fimm metrar um árið, skrivar Sermitsiaq.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo