Í dag er eldradagur. Eldraráðið í Tórshavnar kommunu og Tórshavnar kommuna skipa fyri eldradegi í høvuðsstaðnum.
Eldraráðið í Tórshavnar kommunu heitti á sinni á kommununa um, at ein dagur í árinum skuldi verða ásettur at vera dagur teirra eldru.
Við tiltakinum eru Tórshavnar kommuna og Eldraráðið partar av altjóða arbeiðinum, sum varpar ljós á umstøðurnar og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgarum okkara.
Sameindu Tjóðir samtyktu fyrst í nítiárunum at skipa ein altjóða eldradag. Fyrsti eldradagurin í Tórshavnar kommunu varð hildin í 2010.
Faldari er borin út til øll húski í Tórshavnar kommunu fyrr í vikuni, og hann sæst eisini HER
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo