Sambært ísraelska herinum eru 155 persónar tiknir gíslar og fluttir inni í Gaza.
Samtíðis ætlar Ísrael at gera innrás í Gaza um nakrar tímar, sambært serfrøðingum.
27 ára gamla Michel Ohana er upprunaliga úr Ísrael, men býr nú í Portugal. Hon skuldi vitja systir sína í Ísrael sum hevði fingið eitt barn. Hon var eisini á musikkfestivalinum tætt við Gaza, sum leygarmorgunin var álopin av Hamas-hermonnum.
Frá sjúkrasong síni í Tel Aviv tosar hon við NRK um álopið. Skotið var eftir teimum, og hon fjaldi seg undir einum gomlum tangabili. Hamas-hermaður rakti hana í leggin við einum skoti, og hon fekk granatsplintur í magan. Hon lá har í seks tímar.
– Teir tveittu eisini granatir eftir okkum, eg bað mínar seinastu bønir, sigur Ohan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo