Donald Trump er tann fyrsti forsetin í amerikanskari søgu sum er ákærdur í einum revsimáli. Í fimm vikur hevur tað sonevnda hússmálið verið fyri í rættinum í Manhattan í New York.
Var gjaldið til pornosjónleikarakvinnuna Stormy Daniels bara vikur undan forsetavalinum í 2016 svindil?
Tað er spurningurin nevningarnir skulu taka støðu í. Higartil hava teir sitið kúrrir í rættinum. Men nú eru nevningarnir saman og fara at tosa fyri fyrstu ferð.
Og skjótt fellur ein avgerð.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo