Farmaskipið "Rubymar" varð álopið av houthiarum 18. februar og fór tá at leka. Tað eydnaðist ongantíð at tetta lekan, og nakað eftir midnátt sakk skipið, sum sigldi undir belisiskum flaggi, men varð rikið av felagnum Blue Fleet Group í Libanon.
Nú er komið fram, at skipið hevði 21.000 tons av tøðum í lastini, og at tað kann vera ein vandi fyri umhvørvið.
Limir í Houthi uppreistrarrørsluni, sum hevur ræði á stórum pørtum av Jemen, hava í seinastuni framt álop á farmaskip sum sigla ígjøgnum Reyða havið. Tað gera teir í samhuga við palestinunum í Gaza. Teir eru í parti við Hamas og Iran, sum er størsti fíggindi Ísraels.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo