Hagstovan: Skattatrýstið í Føroyum var 40,6 prosent í 2022.
Skattainntøkurnar hjá tí almenna øktust í 2022 samanborið við undanfarin ár, men bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar, og tí er skattatrýstið minkað.
Skattainntøkurnar hjá tí almenna vóru góðar 10,2 milliardir krónur í 2022. Inntøkurnar øktust við 621 milliónum krónum, ella 6,5 prosentum, sammett við 2021.
Skattatrýstið á lægsta stigi síðan 2016
Skattatrýstið hækkaði munandi í 2020, tá koronufarsóttin brast á. Tað var tá 43,8 prosent. Skattatrýstið er síðani lækkað bæði í 2021 og 2022 og er nú komið niður á 40,6 prosent. Skattatrýstið verður roknað sum skattir og avgjøld tilsamans í prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Orsøkin til at skattatrýstið minkar í 2022 er, at bruttotjóðarúrtøkan er økt lutfalsliga meira enn skattainntøkurnar.
Lægri skattatrýst enn grannalondini í eystri
Skattatrýstið í Føroyum er á støði við skattatrýstið hjá grannalondunum á meginlandinum, meðan grannalondini í vestri hava eitt lægri skattatrýst. Skattatrýstið broytist frá einum ári til annað, men søguliga hevur rákið verið, at skattatrýstið í Føroyum, Noregi og Finnlandi hevur verið rættiliga javnt, meðan skattatrýstið í Danmark hevur verið nøkur prosentstig hægri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo