Eftir at ein tími var leiktur í dystinum millum Everton og Lyon í Europa League í kvøld fóru leikararnir til hendurs á Goodison Park.
Støðan gjørdist Everton - Lyon 1-2.
Bardagin byrjaði tá ið Everton fekk hornaspark og Lyon-málverjin Anthony Lopes kom út og tók bóltin fyri nøsini á Everton-liðskiparanum Ashley Williams. Williams skumpaði undir málverjan, so hann endaði úti millum lýsingarskeltini aftanfyri málið. Lyon leikararnir dámdu einki atburðin hjá Williams.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo