Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skála ÍF: Hósdagin 17. oktober var nevndarval á skránni í Skála Ítróttarfelag.

Í starvsnevndini sita í minsta lagið 4 og í mesta lagið 6 limir. Uppgávan hjá starvsnevndini er at seta samtyktir aðalfundanna í verk, at standa fyri rakstrinum av felagnum og at gera reglugerð ella arbeiðsætlan fyri aðrar nevndir.

Meðan 3 limir av verandi starvsnevnd tóku við afturvali, valdu Jógvan Andersen, Steingrím Jacobsen og Petur Anker Poulsen at takka fyri seg eftir 2 setur.

Eftir nevndarvalið kundi staðfestast, at nýggj starvsnevnd er mannað við 5 limum og 1 tiltakslimi.

Nevndin skipað seg
Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis:

  • Jóannes A. Prestá, formaður

  • Jóna E. Zachariassen, næstforkvinna

  • Rókur V. Nilssen, nevndarlimur

  • Sveinur Ellefsen, nevndarlimur

  • Jakob Lind Jakobsen, nevndarlimur

  • Eyvindur Jacobsen, tiltakslimur

Umsjónarøkir
Harnæst hevur nevndin skipað seg við fylgjandi umsjónarøkjum:

  • Umboðan og fyrisiting: Jóannes A. Prestá

  • Fíggjarviðurskifti: Jakob Lind Jakobsen

  • Fótbóltur vaksin: Sveinur Ellefsen

  • Fótbóltur ung: Jóna E. Zachariassen

  • Stuðlar og tiltøk: Rókur V. Nilssen

"Vit takka farandi starvsnevndarlimum og ungdómsnevndini stórliga fyri teirra arbeiði" sigur Jóannes A. Prestá, formaður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo