Bygningurin til Sjóvinnustýrið, sum skal byggjast á Giljanesi, fer at kosta 30,2 mió. krónur, sum eru nærum fýra milliónir meira enn tað, sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, í fyrsta umfari bað løgtingið um, skrivar KVF.
Tá ið tilboðini komu inn, hevði fyritøkan, West Tech, bíligasta tilboðið. Teir kundu gera bygningin fyri 22,9 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo