Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, setur við fíggjarlógaruppskotinum sjøtul á arbeiðið við broytingum í fólkaskúlanum.

Landsstýrismaðurin fekk í summar handað eitt álit um fólkaskúlan, har ein arbeiðsbólkur hevði orðað fleiri tilmæli um broytingar í skúlanum. Við eini øktari raðfesting til fólkaskúlan ber til at taka tey fyrstu stigini móti at tillaga skúlan, sum mælt verður til. Áðrenn tær størru broytingar kunnu gerast, skal ein politisk viðgerð verða av tilmælunum, og hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at ætlanin er at hava eitt aðalorðaskifti um hetta í Løgtinginum í heyst.

Í fíggjarlógaruppskotinum verður hildið fram við at styrkja flokslæraraskipanina og javna skipanina í sambandi við tilluting av leiðslutíð. Landsstýrismaðurin ynskir eisini, at arbeitt verður við, hvussu námsfrøðingar kunnu virka undir greiðari kørmum í fólkaskúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo