Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Søtur er sjálvgivin biti” sigur føroyska orðatakið, og tað er nakað, sum bendir á, at hesin hugburður alsamt sæst aftur millum fólk. À sosialum miðlum síggja vit, at fólk leggja myndir út av egnari grønmetis fremleiðslu,  jarðber, rabarbur, piparfruktir,  epli  og annað grønmeti. Søtt og stuttligt er tað, tá man sjálvur hevur framleitt, og sjálv eri eg eisini byrjað í smáum við heimaframleiðslu. Urskurðin er ikki nakað at reypa av í ár, men eg eri so mikið bitin av hesum, tí hugaligt er hetta at fáa ting at veksa.

Somuleiðis er hetta eisini blivið eitt gott ískoyti hjá mongum, alsamt hægri prísir og inflatiónin  tyngja húsarhaldini. Hugburðurin til matoyðsl hevur eisini fingið ein heilt øðrvísi  týdning í dag enn áður, soleiðis at húsarhaldini fáa pengarnar at strekkja.

Soleiðis eiga vit eisini at hugsa um landshúsarhaldið, at vit gerast sjálvbjargin,  tá tað kemur til føroyska matframleiðslu. Hetta at stimbra føroysku framleiðsluna av mjólkarúrdráttum,  grønmeti og kálgrønmeti v.m. Ikki bara er hetta skilagott  fíggarliga og vinnuliga, men so sanniliga eisini umhvørvisliga, at vit ikki skulu innflyta grønmeti, kjøt v.m., sum er flutt runt jarðarknøttin til Føroyar. Tað gevur í allar mátar meining at hugsa stuttflutt, at vit kunnu fáa gagnnýtt tann fiskin, sum  í okkara havumhvørvi svimur, kjøt frá tí seyði, sum í høgunum gongur, mjólkarúrdrátt frá kúm og grønmeti, sum er velt í føroyskari jørð.

Landbúnaðurin hevur verið undir stórum trýsti í nógv ár, bæði orsakað av kappingini av innfluttum vørum, men eisini orsakað av tí stuðuli, sum m.a. innflutta kjøtið hevur, sum ikki hevur gjørt føroyska matframleiðslu kappingarføra.

Somuleiðis er ein stór effektivisering farin fram í føroyska landbúnaðinum, sum eisini hevur ført við sær, at talið av mjólkargørðum er lækkað, frá 96 gørðum í 1990 til 16 í 2021 (sambært hagstovu Føroya). Tað er í dag bara viðvíkjandi sjálvari drekkimjólkini,  at vit eru sjálvbjargin.  Hóast vit í Føroyum bæði framleiða ost, smør og annan mjólkarúrdrátt, so vísa hagtøl, at tað bert eru 30 % føroysk framleiðsla, sum verður keypt í handlunum. Orsøkin til hetta er serliga, at innfluttu matvørurnar eru bílígari,  føroyska framleiðlsan avmarkað umframt handilssáttmálar við útheimin, sum ger, at føroyska framleiðlsan ikki er kappingarfør og stuðulsskipanir í øðrum londum, sum vit innflyta frá eru munandi betri enn okkara. Hetta mugu vit taka hædd fyri í tí orðaða landbúnaðarpolitikkinum, sum landsstýrið arbeiðir við í løtuni. 

Tá ið tað kemur til epli, er árliga mongdin mett at vera 600 tons, sum svarar til áleið 30% av nýtsluni. Vit eiga  at fáa nógv meiri vitan til vega um, hvussu vit á ein burðardyggan hátt kunnu velta fleiri epli men eisini annað grønmeti, kálsløg av ymsum slag, gularrótir, rabarbur, røtir v.m.  Her skal tó fara fram við skili, og at vit fáa neyðugu vitan um lendi, soleiðis at vit grunda okkara framleiðslu á vitan og burðardygd, og tí eiga vit eisini at seta inn við gransking innan hetta øki

Á áhugaverdari landbúnaðarstevnu í Klaksvík fyrr í ár, legði stjórin í Búnaðarstovuni nøkur áhugaverd hagtøl fram, sum vístu hvussu stór sjálvveitanin er í teimum norðurlendsku londunum. Àland hevði størstu sjálvsveitan á 59 %, Ìsland 53 %, meðan Føroyar hava 22 % og Grønland 17 %.

Vit eiga í Føroyum at fáa eitt nógv hægri stig av sjálvsveitan.  Veltan á Sandi hevur longu víst vegin, at tað í Føroyum væl ber til at velta kál, gularrøtur, glaskál, purrur, røtur, epli, ertrar og sum veruliga kann geva okkum neyðugu vitanina um hvussu grønmeti kann veksa í Føroyum. Somuleiðis síggja vit bøndir bróta upp úr nýggjum t,d nýggi akurin á Vatnaskrøðum hjá Siggert Patursson, so her  eru veruligir glottar at síggja.

Vit eiga tí at seta okkum høg mál í nýggja landbúnaðarpolitikkinum,  hvat viðvíkur sjálvsveitan og sjálvbjargni tá ræður um føroyska matframleiðlsu. Hetta er skilagott umhvørvisliga, vinnuliga og fíggjarliga fyri landið.

Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo