Føroyski útisetin, Simon von Konoy, gevur í hesum døgum út eina fløgu við gomlum countrysangum. Hon hevur fingið heitið “Mexican Joe”.
Fimtan sangir eru á plátuni. Úr rúgvuni kann nevnast Streets of Baltimor, Detroit City, Are you lonesome tonight og Will the Circle be unbroken.
Í Føroyum er tað felagið Tutl í Tórshavn, ið hevur fløguna til sølu. Ein video av sanginum ”Mexican Joe” finst á youtube.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo