Í oktober hevur Sidney Sindahl Olsen fotoframsýning á deildini hjá Betri í Miðvági.
Sidney er kendur sum tann stóri náttúruelskarin. Hann trívist best uppi í fjøllunum, har hann gongur túrar vetur sum summar.
Sidney hevur alsk fyri fuglalívinum og vakurleikanum úti í náttúruni. Eisini nýtir hann nógva tíð at tjalda og fiska síl á vøtnunum í Vágum, hagani hann eisini hevur tikið nakrar av sínum myndum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo