Summar Festivalurin: Næsta ár hevur Summar Festivalurin 20 ára jubileum. Fyrsti Summar Festivalurin var hildin í fagrasta summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks festivalurin seg til størsta tónleikatiltak í Føroyum.
Næsta ár verður Summar Festivalurin hildin dagarnar frá 8. til 10. august.
Forsølan byrjaði í farna mánaði og hevur gingið væl. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á atgongumerkjum.
Vikuskiftispass kunnu keypast í Telebúðum og á heimasíðuni atgongumerki.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo