Posta hevur havt óvanliga stórar avbjóðingar við at bera postin út í Vágum hesa vikuna, og hetta hava vágafólk harmast um.
- Orsøkin er, at flest øll starvsfólk hjá Posta í Vágum eru darvað av sjúku. Eyka fólk vórðu beinanvegin kallað inn, men enn er allur posturin ikki komin á mál.
- Vit hava tí fingið enn fleiri fólk at bera post út, og tá dagurin er liðin, er allur postur útborin, sigur Ian Dam, útberingarleiðari á Posta.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo