Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Serlæknafelagið vil við hesum skrivi mótmæla, at Kristen Michelsen sum fólkavaldur løgtingsmaður og borgarstjóri á Tvøroyri alment í Dagur og Vika leggur eftir einum av okkara limum og rør uppundir, at yvirlæknin ikki tekur ábyrgd og ger sítt arbeiði til lítar.

Tí eitt er púra vist, at sjúklingar við nýrasjúkum í Føroyum eru ein av best røktu sjúklingabólkum í føroyska heilsuverkinum, hetta hóast vit bert hava tann eina nýralæknan.

Tá sagt verður, at tað skal vera ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa eitt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so er tað púra burturvið.

Eitt tílíkt framkomið tilboð er ikki bara nakað, ið verður skipað í einari handavend.

At tað nú verður settur ein bólkur at lýsa tørvin og koma við einum boði uppá, hvussu eitt tílíkt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi møguliga kundi verið snikkað saman, er einasti vegur fram.

So má politiska skipanin eisini taka ábyrgd, um tað vísir seg, at fíggjarligi tørvurin er nógv størri, enn tann eina milliónin, ið er játtað á fíggjarlógini.

Jan Rasmussen
Yvirlækni og formaður í Serlæknafelag Føroya

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo