Í kvøld spælir Rasmus Seebach á Summar Festivalinum, og roknað verður við sera nógvum fólki á Vágsbø til konsertina.
Rasmus Seebach kom til landið tíðliga í gjár, og hann hevur hugnað sær í Føroyum síðani. Hann hevur verið útferð, etið føroyskan mat og annars tikið sær av løttum.
– Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Her finni eg ein frið, sum eg ikki merki í stórbýnum, sigur Rasmus Seebach.
Hann lovar eina ordans konsert í kvøld, og nógv verður gjørt burtur úr. Fleiri bingjur við útgerð til pallin eru fluttar til Føroya, so føroyingar kunnu uppliva hansara stóra show í kvøld kl. 21.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo