Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið í Klubbagarðinum í kvøld, tá heimskendu Seeb fara at framføra. Eisini Eyðun Nolsøe og DJ Falkenberg verða partar av tiltakinum.

Kanska eru nøkur, sum ikki vita, hvør Seeb er, men tey flestu hava nokk hoyrt lagið “I took a pill in Ibiza”, sum hevur runga í Føroyum og um allan heim seinastu tíðina.

Simen Eriksrud and Espen Berg úr Norra eru mennirnir, sum mynda framleiðslubólkin Seeb. Teir eru nú eisini byrjaðir at framføra á ymiskum festivalum og seinast var á stóra festivalinum Tinderbox í Danmark.

Teir hava fyri stuttum endurgjørt lagið “Hymn for the weekend” hjá Coldplay, sum verður sera nógv spælt í løtuni. Seeb mann uttan iva verða eitt tað størsta og mest aktuellu navnið, sum vitjar í Føroyum í summar.

Tiltakið í Klubbagarðinum byrjar kl. 23.30, tá Eyðun Nolsøe og DJ Falkenberg fara at undirhalda til Seeb byrjar uml. kl. 02.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo