Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fleiri spennandi útlendsk og nøkur av teimum best umtóktu føroysku tónleikanøvnunum fara á pall í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið 23. juli, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri triðju ferð skipar fyri Tórsfest.

Tórsfest var hildið fyrstu ferð í 2014, tá Micheal Learns to Rock og Infernal vóru høvuðsnøvn. Síðsta ár vóru tað Pretty Maids og Basshunter, sum settu ólavsøkuna í gongd.

Og leygarkvøldið fyri ólavsøku í ár verður so gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá bæði útlendsk og føroysk nøvn fara á pallin, ið verður settur upp niðast í gongugøtuni. Talan er um eina nýggja fólkaveitslu mitt í Havnini beint fyri ólavsøku.

Í ár hevur tað eydnast at fáa vælumtókta danska bólkin Saybia at vera eitt av høvuðsnøvnunum. Saybia gjørdist veruliga kendir í 2002 við fløguni “The Second You Sleep”, og bleiv tann fyrsti danski bólkurin, sum fór beinleiðis inn á eitt fyrstapláss við síni fyrstu útgávu. Serliga tittullagið “The Second You Sleep” gjørdist eitt stórt hitt, ikki bara í Danmark, men eisini í fleiri øðrum londum. Eisini lagið “The Day after Tomorrow” kláraði seg stak væl.

Saybia vann prísin “Årets danske album” og “Årets danske gruppe” á Danish Music Awards 2003, og forsangarin Søren Huss bleiv valdur til ársins danski sangari. Í 2004 gav Saybia fløguna “These Are the Days” út, sum eisini seldi sera væl. Serliga lagið “I Surrender” gjørdist eitt stórt hitt.

Saybia eru eisini vælumtóktir uttan fyri Danmark og hava verið á konsertferðum í Europa, USA og Japan. Nú verður so møguleiki at hoyra teir í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli.

Umframt Saybia verða eisini ein rúgva av øðrum bólkum á skránni á Tórsfest. Longu nú er kunngjørt, at bæði Týr og Marius fara á pall, og komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo