Tað er eitt sindur on and off viðvíkjandi Føroya-flúgvingini hjá SAS, sum gavst at flúgva til Føroya tann 28. oktobur 2022.
Sambært heimasíðuni hjá SAS, sæst, at flogfelagið byrjar flúgvingina aftur tann 19. desembur 2022.
Fyri jól flýgur SAS so ein túr afturat og tað er tann 21. desember 2022.
So verður ikki flogið aftur fyrr enn tann 26. desembur, annan jóladag, 28. desembur og so aftur 30. desembur 2022, sum er seinasti túrur í ár.
Í nýggja árinum eru tveir túrar higartil í januar 2023, og teir eru 1. og 2. januar 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo