Samráðingarnar um at býta norðhavssild halda fram í døgunum 26. til 28. juni í Reykjavík, sigur føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson.
VP bað um innlit í samráðingarnar um norðhavssildina og í tí sambandi vendi VP sær til føroyska samráðingarleiðaran.
Herluf Sigvaldsson sigur, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur í Reykjavík.
- Talan hevur verið um eina drúgva samráðingartilgongd, har londini nú eru komin hartil at støða kann takast til eitt framtíðar býti, sigur Herluf Sigvaldsson.
Londini á fundinum í Reykjavík verða Føroyar, Bretland, Ísland, Noreg og Russland.
Harumframt eru ES og Grønland vælkomin sum eygleiðarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo