Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-089/2022 eftir § 52a í Tingskipanini frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um skipan við skúlasálarfrøðingum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu roynist royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík?

2. Er nøkur ítøkilig ætlan um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum t.d. í Suðuroynni?

Svar
Til 1: Royndarverkætlanin á Skúlarøð varð játtað skúlanum í eitt trý ára skeið, skúlaárini 2021/22-2023/24, men tíverri var fyrsta tíðin nógv merkt av Covid-19, men hetta seinasta árið hevur royndarskipanin virkað eftir ætlan.

Játtanin er til eitt knapt hálvtíðarstarv. Endamálið var at kanna, um ein skipan við sálarfrøðingi í skúlanum fór at menna trivnaðin og hjálpa næmingum, sum høvdu sálarligar avbjóðingar og geva teimum amboð at fyribyrgja langtíðarárin av sálarkvøl. Eisini at kanna, hvørjir fyrimunir eru, at sálarfrøðingur er í skúlanum, so tættari samskifti og samstarv er millum sálarfrøðing og tey, sum eru um og varða av barninum, skúli og foreldur. Harumframt vóru hesi høvuðsmál sett til royndarverkætlanina:

• At veita sálarfrøðiligar viðtalur til næmingar við sálarkvøl, og sum kenna tørv á viðtalum.

• At geva næmingum møguleika til eina styttri og skjótari atgongd til sálarfrøðiligar viðtalur.

• At hjálpa næmingum so tíðliga sum gjørligt til tess at fyribyrgja, at sálarligu trupulleikarnir vaksa.

• At betra um sálarheilsuna og fortreytirnar fyri trivnaði hjá næmingum.

• At vegleiða lærarum í sambandi við sálarligar avbjóðingar hjá næmingum.

Skipanin er, at tað skal vera løtt og skjót atgongd hjá næmingum at koma til samtalu hjá sálarfrøðingi, soleiðis at til ber at seta inn tíðliga og hjálpa næmingum, sum ikki eru fevndir av øðrum skipanum sum t.d. Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og ungdómspsykiatriini ( psykiatriska deplinum), men sum sjónliga stríðast við avbjóðingar, sum kunnu økjast og ávirka teirra lívsgóðsku.

Higartil hava uml. 70 ymiskir næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Næmingarnir hava t.d. havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merkt av hjúnaskilnaði og upplivað skakandi hendingar.

Tað eru serliga eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava nýtt skipanina. Starvsfólk ella foreldur gera sum oftast vart við tørvin, sum síðani verður tikin upp í einari visitatiónsnevnd, sum umrøður støðuna hjá einstaka næminginum. Tað eru eisini tey ungu sjálvi, sum siga frá hjá teimum vaksnu, at tey antin hava tað trupult ella ynskja samrøðu við skúlasálarfrøðingin.

Í visitatiónsnevndini eru: Sálarfrøðingurin, heilsufrøðingurin í skúlanum, leiðarin í førleikastovuni og eitt umboð fyri leiðsluna. Næmingarnir kunnu tó fara eina ferð til samrøðu við sálarfrøðingin, uttan at visitatiónsnevndin hevur tikið málið upp, men hetta hendir sjáldan.

Skúlin heldur, at samanumtikið roynist verkætlanin væl, har tann stutta frástøðan frá næminginum til sálarfrøðingin ger, at tað er stuttur vegur til hjálpina, og at skjót hjálp er góð hjálp. Fatanin hjá skúlanum er eisini, at nógvir næmingar fáa nøkur sálarfrøðilig amboð at nýta, so teir betur megna ein avbjóðandi gerandisdag. Hetta bøtir um teirra lívsgóðsku og forðar fyri, at trupulleikarnir vaksa.

Skúlin vísir samstundis á, at royndarverkætlanin loysir ikki allar truplar støður. Tað eru eisini næmingar, sum hava ein tørv, sum skúlin og skúlasálarfrøðingurin ikki kunnu nøkta. Hesir næmingar verða sendir víðari til viðkomandi stovn. Fyribils fatanin hjá skúlanum er, at tað eru fleiri næmingar, sum fáa hjálp við hesari skipan við skúlasálarfrøðingi.

Til 2: Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi á Skúlatrøð verður endaliga eftirmett næsta vár, og tá verður samstundis støða tikin til, um henda skipanin skal halda fram og setast í verk í øðrum skúlum og ikki minst, hvør samskipan skal verða millum skúlasálarfrøðing og sernámsfrøðiligu tænasturnar hjá Sernámi. Ein møguleiki er eisini at menna sálafrøðiligu veitingina hjá Sernámi og knýta hana tættri at skúlunum.

Sernám hevur eina skipan við sálafrøðingum, sum fatar um allar skúlar í landinum. Tað eru átta sálarfrøðingar, sum virka innan skúla- og dagstovnaøkið. Harumframt eru tríggir sálarfrøðingar, sum virka á miðnámsskúlaøkinum. Umframt, at eyka verður sett inn í mun til kreppumál. Afturat hesum sálarfrøðingum eru eisini sernámsfrøðiligir ráðgevar, sum virka í dagstovna- og skúlaøkinum.

Sálarfrøðingar frá Sernámi røkja eisini Suðuroynna sum part av sínum arbeiði, har teir veita sálarfrøðiliga ráðgeving í dagstovnum, fólkaskúlum og í miðnámskúlanum, og tað eru fleiri bæði børn og ung, sum eru knýtt at hesum tænastum. Sálarfrøðingar í skúlaverkinum arbeiða við atliti at skúlastøðum, har tað bæði snýr seg um einstaka barnið og flokkin, umframt ráðgeving til lærarar, leiðslu og foreldur og á dagstovnum er skipanin tann sama.

Tað er tó einki at ivast í, at uppgávan er rættiliga stór, og at trupult er at nøkta tann stóra tørv, sum børn og ung hava á sálarfrøðiligari hjálp. Hetta er tí eitt øki, sum eg taki í størsta álvara, og sum eg royni at finna eina loysn á innan skúlaverkið og í samstarvi við kommunurnar innan dagstovnaøkið.

Eg havi sett sjøtul á arbeiðið og tikið málið upp bæði við Sernám og kommunurnar. Eg fari eisini í hesum arbeiði at nýta úrslitið av teimum royndum, sum royndarverkætlanin á Skúlatrøð higartil hevur víst.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo