Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tá deyðsboðini um Poul Hansen bórust mikudagin á middegi, var hetta tað fyrsta ið rann mær til hugs – Saknur verður í tær Poul.

Eg gjørdist tó merkiliga lítíð kløkkur av deyðsboðunum, kanska tí Poul seinastu árini viðhvørt hevur verið á eggini, men hann hevði tó fótað sær, áðrenn hann nú at enda koppaði skeiva vegin og seinastu ferð sakk inn í myrkurið.

Eg sá hann seinast, sunnudagin í Havnardali, sjálvandi var tað í samband við ross – Tað var tann vegin vit kendust.

Eg havi kent Poul frá tá eg var smádrongur, tá var hann formaður í Føroya Ríðingarfelag, hetta felag sum pápi hansara var við til at stovna í 1943 og sum Poul og øll Hansen familjan hava tikið so nógv tøk fyri. Fyri mong var Poul helst sjálv ímyndin av Føroya Ríðingarfelag.

Hann stóð fyri tí konservativu linjuni, konservativt uppá tann góðan mátan, har man ikki gjørdi broytingar, bara tí at onnur gjørdu tað.

Seinni untist mær sjálvum at fáa sæti í nevndini í Føroya Ríðingarfelag, enntá nøkur ár sum formaður – Fyrstu tíðina hevði eg nógv samband við Poul, vit tosaðu javnan í telefon um ymisk viðurskifti hjá felagnum, Poul var gløggur og vitugur innan løgfrøði, men kendi sjálvsagt eisini søgu felagsins, hollari rágeva kundi ein ikki ynskja sær.

Poul Hansen var millum manna best kendir sum advokatur og vinnulívsmaður, eisini var Poul kendir fyri at hava egnar meiningar og ein sera hvassan penn, um hann hevði okkurt upp á hjarta.

Í Havnardali, við Leynavatni ella í haganum har reiðfólk ferðast, var hann tó bara Poul Hansen. Tað dámdi honum væl, Poul elskaði at saðla sær rossið og leita sær leiðirnar út um bøgarðarnar, og líka til tað síðsta vóru rossini skødd og klár at saðla. - Men nú vóru túrarnir hjá Poul so taldir.

Poul eigur trý børn við Marthu Restorff. Elisabeth, Dáv og Óla. Abbababørni eru eisini fleiri. Martha og Poul vóru sundirlisin fyri nøkrum árum síðani, og senastu árini hevur Poul hildið saman við Súsonnu Trónd.

Foreldrini vóru Edith og Aksel Hansen, tey vóru fýra systkin, Regin, Anna, Poul og Elsa Maria. Av teimum er tað nú bara Elsa Maria eftir á lívið.

Vit reiðfólk hava mist ein sannan vin, felagið hevur mist sín patriark – Men missurin er sjalvandi størstur hjá familjuni, børnum, abbabørnum og ikki minst hjá Sonnu sum hevur verið ein klettur hjá Poul seinastu árini. Okkara tankar eru við tykkum.

Hvíl í friði Poul – Saknur verður í tær

Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo