"Hvaðan kemur regnið" er næsta staklagið hjá Safir av útgávuni TVEY. Hóast vár enn er í luftini, eru tað eisini løtur við regni. Tað kann tó onkuntíð verða torført at skilja, hvaðan regnið kemur.
Soleiðis er eisini í lívinum. Og við hesum lagnum rør Safir aftur á slóðina, har teir ferðast millum skemt og álvara. Millum lætt vár og tyngri løtur.
Lagið hevur Safir upptikið í FH-Studio saman við Arnoldi Ludvig á bass, Rógva á Rógva á trummum og Finni Hansen á tangentljóðføri, gittar og slagverk. Framleitt hava Finnur Hansen og Safir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo