Avtalan við Russland verður aftur endurnýggjað, skrivar Sosialurin fríggjadagin.
Tað er sjálvandi hugsandi.
Men tað er púra óhugsandi, at prosessin verður tann sama. Tað er eisini óhugsandi, at tað endar við somu avtalu, sum varð gjørd í fjør.
Óhugsandi - 1
Í fjør legði Árni Dam fram eitt roknistykki, sum lýsti fiskivinnusamstarvið við Russland. Hann tók allar atkomuligar faktorar við í eina stóra uppgerð, og legði teir fram. Helt onkur at okkurt manglaði, sá ein feil ella var ósamdur í fortreytunum, bar til – á upplýstum grundarlag – at vísa á tað. Tað bar altso til at umrøða hetta fakliga og sakliga.
Útrokningin hjá Árna vísti, at hóast tey reiðarí, sum fáa kvoturnar í Barentshavinum tillutaðar, vinna nakað av peningi, so gevur avtalan, samlað sæð, sera stórt undirskot fyri Føroyar.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hinvegin, legði einki fram. Onga grundgeving, einki argument, einki nakað.
Tað bleiv víst til eitt roknistykki, sum landsstýrið sjálvt hevði latið gera. Men tað slapp eingin at síggja. Vit fingu bara at vita, at tað vísti, at avtalan við Russland stendur upp og niður búskaparliga. Also at vit, samlað sæð, hvørki vinna ella tapa av henni. Hvussu komið var fram til hetta, fekk eingin at vita.
Vit fingu heldur ikki at vita, hví vit skulu samstarva so tætt við eitt Russland í hesum døgum, tá tað, samlað sæð, hvørki gevur pluss ella minus búskaparliga.
At hetta endurtekur seg, er sjálvandi óhugsandi. Landsstýrismaðurin fer sjálvandi opið at greiða frá, hví hann ger, sum hann ger.
Óhugsandi – 2
Í avtaluni, sum varð gjørd í fjør, fáa 29 russisk risaskip heimild at fiska í føroyskum sjógvi meginpartin av árinum. Níggjuogtjúgu.
Tað er óhugsandi, at tað endurtekur seg.
Óhugsandi – 3
Tey russisku risaskipini fiska í føroyskum sjógvi uttan at vit hava nakað veruligt eftirlit við teimum.
Tað er óhugsandi, at tað endurtekur seg.
Óhugsandi – 4
Sjómenn hava leingi tosað um, at russisku skipini hava væl meiri hjáveiðu, enn tey hava loyvi til. Tað ávirkar annan fiskiskap.
Tað er óhugsandi, at tað hesaferð ikki verður lurtað eftir teimum.
Óhugsandi – 5
Sambært avtaluni, sum bleiv gjørd í fjør, sluppu vit at fiska knøpp 16.000 tons í Barentshavinum. Av hesum vóru minni enn 10.000 tons tann toskurin, tað mesta snýr seg um.
Afturfyri hetta fingu russar ikki bara heimild at fiska knøpp 100.000 tons av fiski á okkara grunnum. Teir fingu eisini heimild at fiska – haldið tykkum fast! – 56.000 tons av svartkjaftakvotuni, teir eiga í altjóða sjógvi, inni hjá okkum. Teir fingu altso heimild at fiska umleið 150.000 tons av fiski inni á føroyskum øki í 2024.
Við 29 risaskipum.
Uttan nakað veruligt eftirlit.
Afturfyri minni enn 10.000 tons av toski í Barentshavinum...
Tað er púra óhugsandi, at hetta endurtekur seg.
Óhugsandi – 6
Tað hava í miðlunum verið fleiri søgur um útlendskar interessur í samtøkum, sum fáa kvoturnar í Barentshavinum tillutaðar.
Landsstýrismaðurin umboðar føroyskar interessur. Tað er óhugsandi, at vissa ikki verður veitt fyri, at útlendskar interessur ikki fáa part av vinninginum.
Óhugsandi – 7
Øll russisk skip er partur av hernaðarligu tilbúgving Russlands. M.a. tí eru tey útilokað úr flestu londum í Europa – og undir strongum eftirlitið í Norra.
Tað er óhugsandi, at hetta ikki verður tikið við í samlaðu metingina.
Óhugsandi – 8
Í Runavík koma og fara altíð skip. Men í fjør eydnaðist einum ávísum journalisti í Kringvarpinum at fáa hendur á eini mynd, har ikki eitt einasta skip liggur við kei í Runavík. Tað var eitt “snap-shot”, tey kallað.
Men henda mynd bleiv aftur og aftur blást upp á veggin í Dag & Viku-studionum, sum um hon lýsti vanliga gerandisdagin í Runavík. Hetta skuldi eitast av vera avleiðingin av, at vit í summar settu ávísar avmarkingar fyri russiska virkseminum í Føroyum.
Tann manipuleraða forteljingin var greið: Uttan tætt samstarv við Russland enda Føroyar sum ein vinnulig oyðimørk.
Hetta passar snøgt sagt ikki. Og at tað verður slíkur “journalistikkur” sum fer at lýsa hetta stórmál aftur í vetur, er óhugsandi.
Samanumtikið
Kanska fara vit aftur at gera avtalu við Russland.
Men mannagongdin verður ein heilt onnur. Hon verður, sum hon sømir seg einum fólkaræði.
Og úrslitið verður nógv, nógv betri fyri føroyska fiskivinnu og føroyskan búskap.
Alt annað er óhugsandi.
Sjúrður Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo