Uttanríkismálaráðið í Russlandi boðar frá innferðarbanni móti trimum umboðum úr Grønlandi og trimum umboðum úr Føroyum, skrivar DR.DK sum vísir til tíðindaskriv frá uttanríkismálaráðnum.
Sambært DR.DK er hetta eitt aftursvar frá russiska uttanríkismálaráðnum, tí Grønland og Føroyar taka undir við ES-sanskjónum móti Russlandi.
Russland setur eisini í verk innferðarbann móti umboðum úr Noreg og Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo